Kristin Háberg leingist

Orð: Hans Andrias Djurhuus
Lag: Regin Dahl

Ein dag í stormi gekk eg mær ígjøgnum Havnar gøtur,
eg gleddist yvir homul hús og mintist farnar løtur,
mær var í huga Skælingsferð og gitnu ferð á Bláberg.
Har niðri undir neystunum eg hitti Kristin Háberg.

Hann stóð har púra einsamallur, hugdi út á vágin.
Ein bunga var á klálkanum, tó hetta voldi skráin,
og djúpt í brókafikkunum hann hendur sínar fjaldi,
stóð burtur heilt í øðrum heimi, brotini hann taldi.

»Har brýtur eitt, har bróta tvey, nú fylgjast trý og fýra.
Á hetta er eitt vána land, her fæst als eingin hýra,
og drymbingar og klandrivætti øll sum eitt vit eru.
Nei gamli, tað var annað lív at liggja við Madeiru.

Vit drukku vín úr kurvafløskum, royktu sigarettir;
um kvøldini vit dansaðu, har hoyrdust kastagnettir.
Men her er rusk og glopraregn, whisky sum jólalundi.
Á, tú kanst vera vísur í, eg rýmdi, um eg kundi.

Og eitt er víst, og tað er tað, at hetta endar galið,
tí hann, ið lá í Setubal, hann trívist ei í æli.
Í møði og av vætusótt tey sjúku lungu tiva.
Nei, gamli, nú er Kristin Háberg leiddur av at liva.«

FavoriteLoadingGoym tekstin