Kristin Háberg minnist

Orð: Hans Andrias Djurhuus
Lag: Regin Dahl

Kristin Háberg bøtir segl, sum ódnarstormur skræðir,
tveitir gamlar endar burtur, nýggjar endar klæðir,
og hann sær so livandi tað bláa havið alda,
har fregast og brigantin í allar leiðir halda.

Upp úr fikkuni hann hálar sína svørtu snaddu,
minnist aftur tíman, tá teir kinamannin ræddu –
Sunnanfleyrið mjúkt og lýtt inn gjøgnum sprekku suðar.
Kristin Háberg setir seg á skammilin og guvar. –

Gula havið aldar mjúkt, flógv blæsur har monsunin.
Kristin gníggjar skøvningin – jú menn hann kennir munin.
Eyguni í longsulspínu stara upp í tróðrið –
Kinaland á summardegi – grønt í øðrum gróðri.

Og á hesum loftinum – her noyðist hann at sita
og við sveitta vega upp hvønn evurlítlan bita. –
Farið væl, mongrovitrø og sveiggjandi lianir.
Snaddan kølnar – Kristin Háberg droymir um bananir.

Og hann minnist veitsluna, teir hildu í Columbo,
hugsar um gorillu og um elefantin Jumbo, –
minnist aftur Indiu og hennar heitu nætur.
Kristin drýpur høvur niður – Kristin Háberg grætur.

FavoriteLoadingGoym tekstin