Kristin Háberg

Orð: Hans Andrias Djurhuus
Lag: Regin Dahl

1. O Kristin – Kristin Háberg – tú vitjaði meg tíðan,
við tína lið eg ferðaðist so langt um heimin víðan.
Vit sigldu millum ísbjørg – vit hoyrdu pálmasuð
og saman báðir vitjaðu hin stóra Manitu.

2. O Kristin – Kristin Háberg, vit gingu heimsins brekku,
tá eldur brann, og veggjatutlið blíðan sang í sprekku,
tá kendist, eins og sótu vit við heimsins hægsta træ,
og gull bar Sacramento, meðan Stillahavið kvað.

3. O Kristin – Kristin Háberg, tú lærdi meg at frøast;
tú lærdi meg at halda fram og onga stund at møðast,
tú lærdi meg at læa, um tjúkt var fyri stavn –
at dyrgja eftir upsanum og skjóta gamlan ravn.

4. Og Kristin – Kristin Háberg, nú vetur er í hondum,
nú ferðast aftur báðir vit mót blómuprýddum londum.
Vit sita kring um grúgvu – tó Himalaya nær –
tí Kristin, Kristin Háberg, vit hava verið har.

5. Og tikarin í Indiu – malajin á Malakka,
vit kenna eins og roysningin, ið ferðast um Kamtjatka.
Og nú skal stúgvur stappast – og nú skal sløkkjast ljós,
so sigla vit um verðina, men tú skalt seta kós.

FavoriteLoadingGoym tekstin