Kristus á krossinum

Orð og lag: Jørgen P. Santon
Týtt: Victor Danielsen
Upprunaheiti: Kristus, på korset du bar på dig

Kristus, á krossinum fell á teg
heimsins hin stóra neyð,
Kristus, tú toldi har fyri meg
pínslur og bann og deyð!

Himmalski Faðirin rætti har
sálini falnu hond,
stríðið hitt stóra har stillað varð,
slitin øll deyðans bond.

Krossurin meinbogi mikil er
fyri hitt stolta sinn;
honum, sum sorg eftir Gudi ber,
balsam er krossurin.

Har er ein lívd fyri storminum,
sannleikans grund til frið,
har er eitt skýli hjá sálunum
nú og í ævir við.

Heimurin hatar hitt krossins træ,
stríðir tí hart ímót;
tó finna sálirnar lívd og læ
niðri við krossins fót.

FavoriteLoadingGoym tekstin