Kristus er upp risin

Orð: Anders Nilsson
Lag: Grant Colfax Tullar
Týtt: Victor Danielsen

1. Kristus er upp risin;
sál, nú gleðist tú!
Kristus er upp risin,
sigur vunnin nú.
Deyðaður er deyðin,
brotin er hans makt,
Satans høvur sorað,
sum av Gudi sagt.

2. Far til mínar brøður,
sig, nú fari eg
aftur til mín Faðir,
hann, sum sendi meg,
hann tit kunnu kalla
Faðir tykkara –
hvør ein friðarheilsa,
hvørt eitt boð var tað!

3. Heilsa serskilt Pæturi,
sum meg noktaði,
í hans sorg sig honum:
Jesus elskar teg!
Sig, eg livi aftur,
skunda, skunda tær,
sig, eg fyrigevi
tað, hann gjørdi mær!

4. Jesus kemur til teir
inn um stongdar dyr,
sigur: Frið við tykkum! –
Eingin meiri spyr;
hendur hans teir síggja,
kenna, tað er hann;
einki hjarta longur
ivast, stúra kann.

5. So má eg tá syngja
sigurssong í dag,
sál mín allar dagar
vera hjartansglað.
Páskalambið Jesus,
sæla er hann mær;
navn hans allar ævir
prís og lovsong fær.

Niðurlag:
Kristus er upp risin;
glað nú syngið her!
Jesus er vár bróðir,
Gud vár Faðir er.
Kristus er upp risin!
Ljóðar heilsan góð;
Jesus varð krossfestur,
men úr grøv upp stóð.

FavoriteLoadingGoym tekstin