Kristus er vorðin mær vísdómur Guðs

Orð: L. Gudmundsen
Týtt: Kajfinn Hammer

1. Kristus er vorðin mær vísdómur Guðs,
í Honum fylla guddómsins býr!
Faðirsins vilji er: Trúgv á Guðs Son,
frelsa og náði er løn tíns, sum trýr.

2. Kristus er vorðin mær rættvísi Guðs,
fullkomin reinsan frá synd, gjørd av mær.
Dómarin gekk í syndarans stað,
Hansara sáttargerð frið til mín bar.

3. Kristus er heilagleiki mín við,
fyri Guðs vreiði Hann steig í mín stað!
Heilaga offur Hans fjalir mítt fall,
sál mín Guðs Lambi tí prísar so glað.

4. Kristus her endurloysing mær vann,
Andan, Hann gav mær, sum pant fekk eg her!
Loysnaðarstundin nú nærkast við ferð,
vit skulu síggja Hann tá sum Hann er!