Kristus føddur er í dag

Orð og lag: Árni Øregaard

1. Stjørna bleikrar himni á
stilt er dimm er nátt.
Vísmenn síggja skína bjart
ljósið á hválvi hátt.
Hirðar seyðafylgi hjá
eingil síggja brátt.
Boða frá um frelsaran
sum okkum skal gera sátt.

Niðurlag: Okkum bjarging send av Himli er
dýrd og heiður gleði ber.
Kristus føddur er í dag
borin í Dávids stað.

2. Mannaættin fallin er
gongur egnan veg
Jesus komin er í verð
og ynskir at frelsa teg
Fullgjørt verk á Golgata
er nokk fyri meg.
Alt er goldið – trúgv í dag
Hann ynskir at eiga teg.

FavoriteLoadingGoym tekstin