Kristus føddur er í fjósi

Orð: Michael A. Perry
Lag: Gamalt russiskt
Týtt: Flóvin Tyril
Upprunaheiti: Christ is born within a stable

1. Kristus føddur er í fjósi,
Dýrdin fegnast, brosar blítt,
og í veikum lampuljósi
finna hirðar barn so frítt.
Halleluja, halleluja, halleluja! Amen.

2. Eysturroðin bjartur ljómar,
vónin vakt er upp til lívs,
samfelt berast einglatónar,
boða føðing alheimskongs.
Halleluja, halleluja, halleluja! Amen.

3. Klokkur ringið, víða klingið,
breiðið gleðiboð um fold,
takið undir øll og syngið:
Sonur Guds er vorðin hold.
Halleluja, halleluja, halleluja! Amen.

FavoriteLoadingGoym tekstin