Kristus frelsir til fulnar

Orð og lag: Øssur Berghamar

1. Kristus frelsir til fulnar,
undurverk hann ger í dag,
vón hann vónleysum veitir
og ger syrgin hjørtu glað.
Tú, sum onga sanna gleði fann,
drála ei í dag, men kom til hann,
minst, at Kristus eina
teg til fulnar frelsa kann.

2. Kristus frelsir til fulnar,
milt hann talar lívsins orð,
leitar eftir tí falna,
ger tað heilt, sum fór í sor.
Eymur teg við navni kallar hann,
gev teg heilt og fult til Frelsaran,
minst, at Kristus eina
teg til fulnar frelsa kann.

3. Kristus frelsir til fulnar,
birtir ljós í sál og sinn,
lívið byrjar av nýggjum,
har sum Jesus kemur inn.
Alt eg søkti, eg í honum fann,
alt tú vinnur við at velja hann,
minst, at Kristus eina
teg til fulnar frelsa kann.

FavoriteLoadingGoym tekstin