Kristus, í vón eftir tær

Orð og lag: Ókendur
Týtt: Árni Jacobsen

1. Kristus, í vón eftir tær
mangt eyga mót hválvinum sær.
Nær kemur tann stundin so sæl,
í skýggjunum koma tú skal?

Niðurlag: Kann ein móðir her gloyma sín son?
Áin gloyma ta kós, hon er von?
Sólin gloyma sína leið?
Jú, væl tað kann henda
– men Gud gloymir ei!

2. Heimurin kennir títt bann,
men tó okkurt róp hoyrast man:
„Skal Harrin skjótt lyfta sín arm,
ella kennir hann ikki til harm?“

3. Orð títt tann vitnisburð ber:
Tann deyða tú livandi ger.
Nær hevur tú dagarnar talt?
ella kanska tú gloymt hevur alt?

4. „Barn, hví er trúgv tín so veik?
Hví var tað, at álitið sveik?
Hví skuldi eg gloymt, tá ið eg
minnist Golgata stríð fyri teg?“