Kristus, kongur, kærleiks kelda

Orð: Jacopone da Todi
Týtt: G. Bruun

1. Kristus, kongur, kærleiks kelda,
mína sál í syndum selda
hevur tú úr deyða loyst;
so tey hava øll ásannað,
sum tín kærleik hava kannað,
og sum hjá tær søkja troyst.

2. Høvdu sárini, ið bløddu,
sárini, ið sár mítt grøddu,
staðið skrivað djúpt í mær!
Gev, at eg í hjarta brenni,
tá eg síggi um títt enni
tornakrúnu, sum teg skar.

3. Alt tú gjørdi til mítt besta!
Gev mær megi at krossfesta
alla synd, sum í mær er,
og á synd í hjarta vinna,
vilja tín hvønn lívsdag inna,
meðan eg skal ganga her.

4. Aldri kann eg ævi mína
endurgjalda gávu tína,
men at fagna tær eg kann;
tá vilt bót tú hjarta ráða,
bjarga mær í deyðans váða,
tú á deyða sigur vann.

5. Ikki kann eg, sum eg átti,
lova tær við øllum mátti,
tá eg gangi foldum á,
men eg skal við ljóðum hvøllum
lova tær í øldum øllum,
tá eg andlit títt man sjá.

FavoriteLoadingGoym tekstin