Kristus livir

Orð: Selma Sundelius-Lagerström
Týtt: Kajfinn Hammer

1. Kristus livir! – undurfullu orð,
sum upplívga tungt og byrðað bróst;
væl er myrkrið stórt í hesi verð,
– men sí, Kristus livir!

2. Kristus livir, heimsins Frelsari,
sum á fold var vinur syndara,
hevur sama eyma hjarta enn.
– Harrin Kristus livir!

3. Stríðið stríddi Hann og sigur vann
yvir Satan og hin myrka her;
Deyðans veldi niðurbrotið er,
– sigursharrin livir!

4. Hann er Lívið og vit liva við;
um enn deyðans á vit skulu um,
skal tó sangur vár enn ljóða hart:
– Harrin Kristus livir!

5. Kristus livir! – burturvilsta sál
ver ei longur syndatrælur meir,
alt kann fyri teg enn gerast gott,
– Harrin Kristus livir!