Kristus mítt lív nú er, Himmalin mítt heim

Orð og lag: Ókendur
Týtt: Kajfinn og Karin Hammer

1. Kristus mítt lív nú er, Himmalin mítt heim,
burt hvør forðan, fram eg má mót Himmalsins gleim!
Frelstur so undurfult, hjartað fylt við frið,
gjøgnum alt, mær møtir, veit eg, Jesus er við.

Niðurlag: Darva mær ei meira, fram eg stevna má!
Strembandi til málið stendur nú til Guð mín trá.

2. Verðin er vandafull, lúrin, full av sút,
einki uttan blóðið kundi loysa meg út!
Nú eg í lyftum Guðs trygt her hvíla kann,
Hann, sum gjørdi verkið, heim Hann leiða meg man.

3. Útvaldur ævigt varð, eitt við Guðs Son,
hinumegin sigurskrúnan bíðar mær von!
Longsulin tekur meg, stevnandi heim
síggi eg í andanum hin Himmalska gleim!

FavoriteLoadingGoym tekstin