Kristus reis frá deyðum

Týtt: Jákup Dahl

1. Kristus reis frá deyðum,
hjálpt eru vit úr neyðum,
nú slitin eru heljarbond,
tí deyðan feldi Harrans hond.
Heiður fái Guð hátt á himni!

2. Kristus reis frá deyðum,
hjálpt eru vit úr neyðum.
Hvør synd so mein, hvør misgerð vánd
nú bøtt er av Guðs góðu hond.
Heiður fái Guð hátt á himni!

3. Kristus reis frá deyðum,
hjálpt eru vit úr neyðum.
Um svørt er nátt um deyðans hól,
tó rennur páskamorgun sól.
Heiður fái Guð hátt á himni!

4. Kristus reis frá deyðum,
hjálpt eru vit úr neyðum.
Vit eru leidd av Harrans hond,
og gongt er heim í lívsins lond.
Heiður fái Guð hátt á himni!

5. Kristus reis frá deyðum,
hjálpt eru vit úr neyðum.
Hann eina páskamorgunstund
skal okkum føra á sín fund.
Heiður fái Guð hátt á himni!

FavoriteLoadingGoym tekstin