Kristus sum reisti sítt ríki á jørð

Petur Jacob Sigvardsen
Orð: Sigurbjörn Einarsson
Lag (2007): Knút Olsen
Týtt: Petur Jacob Sigvardsen
Viðmerking: Týddur í desember 2006.

1. Kristus, sum reisti sítt ríki á jørð,
ríkið, ið ævigt skal standa,
lýs tú og lívga, so akur tín grør,
leið oss við Heilagum Anda.
Halga vár vilja at tæna her,
vitna um teg, meðan dagur er.

2. Birt tú her kærleikans eld í sál
alra, sum miskunn tín sendir,
styrk tey at flyta títt fagnaðarmál,
falsleyst hvørt víkur og vendir.
Í tínum fylgi er luftin lýggj,
hugurin bjartur og tungan nýggj.

3. Tú hevur ofrað og fyri oss strítt,
fátækt tín ríkað oss hevur.
Andan tín halga, ið her alt ger nýtt,
markleyst tú sendir og gevur.
Opna tú hjørtu og styrk oss trú,
ævigi frelsari, bønhoyr tú.

4. Lat okkum fylgja tær vegin tín,
frið tín og kærleik oss styrkja.
Ævig er vónin, sum yvir oss skín,
ævig tín heilaga kirkja,
fagur er skarin, sum undan fer,
fedra og vitna, ið góvust her.

5. Ver tú, Gud faðir, í verki við oss,
vek okkum, Heilagi Andi.
Lat tú, Guds sonur, tín signaða kross
sigra í myrkursins landi.
Vermið tín kærleiki frystan svørð,
kom tú og tak tær alt vald á jørð.

FavoriteLoadingGoym tekstin