Kristus, tú ert keldan góð

Orð: Levi Joensen
Lag: Torkil Mørkøre

1. Kristus, tú ert keldan góð,
ber mær hvíld, er sálin móð.
Hvør kann gleða meg sum tú?
Fagrastur av øllum nú,
:,: Kristus, ert tú fyri mær.
– Tak meg, Jesus, tætt at tær. :,:

2. Eingin rødd var søt sum tín,
Kristus, tá tú komst til mín.
Syndamyrkrið fór avstað,
sál mín sang eitt fagnarlag,
:,: tá mín synd, so tung og stór,
í hitt djúpa havið fór. :,:

3. Landið ljóst nú bíðar mær
– øll tey frelstu møtast har.
Songur eins og fossaføll,
tá tey frelstu syngja øll.
:,: Gjøgnum gyltar hallir har
Lambið ævigt lovsong fær. :,:

FavoriteLoadingGoym tekstin