Kristus, vilt tú krossin halda

Petur Jacob Sigvardsen
Orð: Petur Jacob Sigvardsen
Viðmerking: Yrktur um allahalganna 2008.

Kristus, vilt tú krossin halda
fyri mær mítt æviskeið.
Lat hann lívi mínum valda,
meira her mær tørvar ei
uttan hann og teg krossfestan,
bjargaran og vinin besta.*

Kristus, lat tú krossin lýsa
gjøgnum deyðans dimma dal,
hann við tær bert veg kann vísa,
so eg ikki villast skal.
Krossur tín og frelsuverkið
ver mær studnastavur sterki.

Kristi krossur ver mín verja,
tá til dóms eg stíga skal,
og tá Sátan á man herja,
meg í frelsu tíni fjal,
so meg rámar ei Guðs vreiði,
tí í tær eg lívið eigi.

FavoriteLoadingGoym tekstin