Krossin havi eg nú tikið

Orð: Henry F. Lyte
Lag: Wolfgang Amadeus Mozart, Henry T. Smart
Týtt: Victor Danielsen

1. Krossin havi eg nú tikið,
sleppi øllum, fylgi tær;
alt, eg leit meg á, er vikið –
Jesus, tú ert alt hjá mær!

Niðurlag:
Eg vil fylgja tær, áh, Jesus,
fyri meg tú lætst títt blóð!
Svíkja øll – av tíni náði,
Harri, fylgi eg tær tó!

2. Brotnaði hvør vón, eg visti,
sveik meg alt, eg søkti, sá,
Himmalin eg ikki misti –
eri eg ei ríkur tá!

3. Um meg verðin háðar, svíkur,
tær hon sama steypið beyð;
um hvørt hjarta frá mær víkur,
Harri, tú ert ei sum tey!

4. Sterki Gud, vilt tú meg lata
hvíla við títt kærleiksbróst,
lat so fíggindar meg hata,
vinir gloyma – alt er ljóst!

5. Maður kann meg níva, treingja,
tað bert dregur meg til tín,
harðar royndir á meg streingja –
Himmalin ber hvíld til mín.

FavoriteLoadingGoym tekstin