Krýningsløtan

Orð: Daniel Webster Whittle
Lag: James McGranahan
Týtt: Flóvin Tyril

1. Nú vanvirdur er Harrin,
so illa kendur her,
tey mongu velja heimin
hann fáur dýrur er,
men skjótt í dýrd hann birtist,
tann hending er so nær,
tá ið krýningsløtan verður uppi har.

Niðurlag: Á, hon kemur, krýningsløtan,
hon nærkast nú so brátt,
tá hann sæst í mekt og mæti
av Himli koma hátt.
Á tann dýra sjón
skal gleða mong
bíðandi og kær,
tá ið krýningsløtan
verður uppi har.

2. Tá stjørnufjøld við sóma
skal glampa himli á,
men bjartari enn ljóma
tey frelstu Gudi hjá;
dýrd Frelsarans skal skyggja
í eygum teirra skær,
tá ið krýningsløtan verður uppi har.

3. Tá tagna suff og gremja,
burt pínan er og gloymd,
ei sorg skal longur lemja,
tí troyst er okkum goymd.
Vár gleði verður Harrin,
sum offurlamb várt var,
tá ið krýningsøtan verður uppi har.

4. Lat øll, ið síggja fram til
ta gleðimiklu stund,
við halgum sinni velja
tað mál, ið hevur skund,
at vinna mist og glatað,
hvørs misgerð Kristus bar,
tí at krýningsløtan verður uppi har.

FavoriteLoadingGoym tekstin