Kúgaður undir krossinum tunga gongur nú Jesus Golgata mót

Ira D. SankeyVictor Danielsen
Orð: Joël Blomqvist
Lag 1: Ira D. Sankey
Lag 2: Joël Blomqvist
Týtt: Victor Danielsen
Upprunaheiti: Böjd under korset

1. Kúgaður undir
krossinum tunga
gongur nú Jesus
Golgata mót;
bløðandi ryggur
bera má krossin,
hátt hoyrast háðorð,
hann talar ei.

2. Nú upp á træið
negldur hann verður,
dapur er dagur,
sólin er dimm;
ránsmonnum líkur
roknaður er hann,
minst til, mín sál, at
synd mín hann sló!

3. Syndsvarta myrkur
sál hans nú fyllir,
misgerðir manna
meinsla hans sinn;
sligin og særdur,
skildur frá Gudi
søkkur Guds Sonur
í deyðans favn.

4. Alt er útint!
hart nú hann rópar,
høvur hann boyggir,
doyr fyri meg;
prís veri honum,
stríðið er liðugt,
sigurin vunnin,
dýrur hann var!

5. Harranna Harri,
hálovað navn títt!
Neyð vára vegna
lýðin tú leið;
leinkjurnar sterku
loysti tín sigur,
fangarnar ørmu
førdi tú út.

FavoriteLoadingGoym tekstin