Kunngjørd er náði undurfull

Orð: Daniel W. Whittle
Lag: James McGranahan
Týtt: Zacharias Zachariassen

1. Kunngjørd er náði undurfull,
óhoyrdur kærleiki,
ein boðskapur av Himlinum:
Miskunn, áh, syndari!

Niðurlag: Kemur tú ei? Kemur tú ei?
Hví doyggja vilt tú?
Kemur tú ei? Kemur tú ei?
Hví doyggja vilt tú?

2. Hægri ei nakar elska kann,
Jesus læt lív sítt har,
hann bar tað bann, á okkum lá,
syndin út strikað varð.

3. Leingi tú ongar gætur gavst
honum, ið sjálvur gav
sítt lív av kærleika til tín,
frelsu at rika av.

FavoriteLoadingGoym tekstin