Kúr ei sál, sum av vónloysi, longsli ert skerd

Orð: Arnfinnur Setberg
Lag: Jens Guttesen

1. Kúr ei sál, sum av vónloysi, longsli ert skerd,
tú, hvørs flog var so lætt einaferð.
Í Guds eygum tú nógv meir enn spurvur ert verd,
móti hæddunum Andin teg ber.
Farin veturin er, prýða blómur nú vøll
– hoyr á heiðini fuglaljóð hvøll.
Eins og dúvan í gjónni fann verju og lívd
– er mín sál ei av fíggindum nívd.

2. Harrin hirði mín er, einki fattast mær her,
rætt meg leiðir í líðir hvønn dag,
ótti, ivi burt svinnur, mín sál lívgað er,
lívsins lind er í turki mítt vað,
keppur, stavur tín ugga meg – ei nøkur makt
kann meg saka, tá tú heldur vakt.
Eins og hjørtur á fjøllum mín Vin sálin sær
– kærleiki er hans merki á mær.

FavoriteLoadingGoym tekstin