Kúra og klaga

Orð: Grundtvig
Týtt: G. Bruun

1. Kúra og klaga
nætur og dagar
má tann, ið vaknar á avgrundar trom,
hoyrir við ótta
lógina hótta:
Doyggja má hvør, sum í syndina kom.

2. Syngja í trega,
syrgin seg gleða
má tann, sum er undir frelsarans lið,
útloysing finnur,
dagliga vinnur
náði og sálarbót, lívsvón og frið.

3. Fegin vit berum
byrðar á herðum,
fegnast við krossin, sum frelsarin bar,
tá ið Guðs andi
uppreisnarlandið
heima á himni ber hjørtunum nær.

FavoriteLoadingGoym tekstin