Kvæðið um Hargarbrøður

Poul F. JoensenHanus G. Johansen
Orð: Poul F. Joensen
Lag 1: Vísulag
Lag 2: Hanus G. Johansen

1. Eg gamal siti eina her
á ársins síðstu nátt,
men minnini frá bragdartíð
mær bera nýggjan mátt.
Tað er sum tit, ið fullu frá
á miðjum lívsins veg,
nú vóru her í stovuni
og tosaðu við meg.

2. Vit vóru manga vandaferð,
tá ódn av fjøllum brann
við kavarok og andróðri,
og Røstin rísin rann;
tí ofta løgdu vit í hav,
tá eingin annar var, –
um oyggin øll í skúmi vóð,
vit lendu fullvæl har.

3. Sat eg við skeytið, dragið tú,
og hann við stýrisvøl,
ei tryggari var innanborðs
í ódn á bátafjøl:
Av Tormansmið tá brotið bratt
breyt yvir bát og mann,
hann snórabeint um aldurøð
seg næstan tóman rann.

4. Og hinaferð vit róðu kapp
í grind ta longu leið
við rættar menn, vit framdu leik,
og teir seg eirdu ei:
Vit løgdu út av Sumbiarmøl
– ei linnaðu ein vørr –
so brotið javnt við æsing stóð, –
og inn á Hvalbiarfjørð.

5. Tá “Vaagen” fór ta gitnu ferð,
vit vundu segl á knørr,
og tríati útróðrarmenn
vit førdu heim um fjørð.
Í ódnini fell alt í fátt,
men bróðir, tú tók ráð,
stóð róðurbundin ættmál tvey,
vann inn á Havnarvág.

6. Tú, yngri bróðir, lesti teg
til tops á Beinisvørð
um sjeyti favna meitilberg
og upp á grønan svørð,
hálvtriðja hundrað favnar hátt
tú sá í kolblátt hav,
tó djarvur, leyshentur tú fór
ímillum loft og hav.

7. Við línu, lesningi og stong
vit intu kappabrøgd:
har eingin fótur troddi fyrr
av okkum rás varð løgd;
vit tóku tjúgu favna loft
og mjógvar, bert ein tá
á knaddar kundi krøkjast inn.
Djúpt undir havið lá.

8. Vit kendu ei motor og bil,
so tungt mangt takið var
við ár av ytstu havmiðum
og burð um berg og skarð.
Tó gloymdu vit ei lyst og leik,
ei kátan veitslufund,
í øllum førum kvóðu vit,
sjálvt verstu vandastund.

9. Nú tosa øll um ítróttsbrøgd
á vøll’ og fimleikshøll,
men lívið lærdi okkum leik
á sjógv, um berg og fjøll.
Um deyðin fyri eygum stóð
vit fóru sum til dans,
vit tonktu ei um blaðmansrós,
ei steyp og laurberkrans.

FavoriteLoadingGoym tekstin