Kvæði um Føroyar

Orð: Jakob Jakobsen
Lag: Ja, vi elsker dette landet

1. Stranga kongavald á sinni
dámdi norskum ei,
fríir menn ei trivust inni,
fóru sína leið,
út í hav sær heim at leita,
flokkur settist fast
í teim oyggjum, Føroyar eita,
hjarta várum næst.

2. Føroyaland er punkilítið,
knapt á korti sæst;
føroyingar í fullgott býti
goyma dýran skatt:
Kvæðini á gólvi dynja
um gomul kappabrøgd,
reiggjað svørð og brotin brynja
væl í minni løgd.

3. Sjúrður fremst í kappa flokki
ríður Grana bak;
harður var Brynhildar tokki,
varð hans deyðasak.
Kvinnutokki er ei greiður,
lúnut hennar trá,
girnast tann, ið onnur eigur,
valla eydnast má.

4. Sært tú flokkin? Høgni ríður
reystum Sjúrði næst;
kappin tann, til jarðar nígur,
aldrin hevur ræðst:
Guðrun, hansar falska systir,
í illgerðum stív,
nýtti ramar svikalistir,
fekk av brøðrum lív.

5. Gamli Nornagestur snarpi
leiddur er við stríð:
Sjúrður, Gunnar, Høgni garpi
heyggjum hvíla í;
niður hann í vatnið kavar,
har lívsljósið brann,
var tað sløkt, er úti ævin,
lívið deyðan fann.

6. Hoyr, hvør tungt í hasum pleyrar,
rætt sum aðrir tólv!
Eingin hestur ber hann meira,
tunga Gongu-Rólv.
Tíðrikskapparnir útríða,
glaðir uttan sorg;
teir av hestum sínum stíga
fyri Brattingsborg.

7. Dansurin við duni gongur
í Brattingsborgar høll –
dansa tvinnir avrekskongar,
Ísanshirðin øll.
Virgar, Tíðriks einkarheltur,
Sjúrð, tann blindi svein,
við tí stóru eik við belti
lætt í dansin trein.

8. Hvør er hasin, sum so skínur?
Gullkrúnu hann ber!
Karlamagnus jú við sínum
jøvningum tað er –
Rólant Dýrindalin bregður
síni høgru hond,
hornið for sín munn hann hevur,
hornið Ólivant.

9. Ljóðið má frá køppum venda –
tal fæst tó ei á –
í históriuni lenda,
fasta grund at fá.
Føroyalandsnatúrin harða
skapar vitið skarpt,
hevur lært, man enn upplæra
mangt eitt høvd so bjart.

10. Tróndur gamli sat í Gøtu,
spenti net sítt út,
var ei móti teimum søtur,
Føroyum elvdu sút.
Purpurkápur tríggjar vildu
klógv í landið høgt,
teirra sendiboð har sigldu,
men tey blivu krøkt.

11. Langa tíð eitt kolsvart myrkur
Føroyar tók í favn;
eingin veit, hvat har var virkað,
gloymt mangt heiðursnavn.
Ongantíð var niðurskrivað
tað, sum har var tonkt,
hvat ið fólkið leyt uppliva
gloymt og útistongt.

12. Landið kom í størri vanda,
trongdist nátt sum dag,
fremmand ránsmansskip tá rændu,
drupu fólk og fæ.
Turkar, fransar, írar, brittar
tustu her upp við.
Heinason tá landið kvittar
við tað harkalið.

13. Hvat ið undir fremmand’ harrum
fólkið seinni leið,
undir íspeglum og narrum,
tað fortelist ei:
Koyrilin hekk yvir nakka,
stongt tað var í búr,
undir føtur var tað traðkað
rætt sum kríatúr.

14. Gjøgnum neyðina ta ramu
skein so bjørt ein sól, –
skar eitt frælsissvørð við glæmu,
sterki Nólsoyar Pól:
Kom sum út úr stjørnuvrimli,
stjørnuskotið rann
sum ein nykbrandur frá himli,
ov skjótt burtur svann.

15. Tjaldrið kom og kleyv tað dimmið,
sló so ramt eitt slag,
høgdi rovfuglarnar grimmu,
birti ljósan dag:
“Føroyingar, fremjið verkið!
Gerum ei Føroyum skamm!
Tjaldrið vera skal várt merki,
hvar vit halda fram!”

16. Tøkk til Harran, øllum ræður,
landið hevur vart,
skýlt væl fólki, hoyrt tess klagur,
hjálpt, tá alt var svart.
Tá ið hann, tann drottin sterki,
signing sína ber
aftrat okkar egna verki,
trygg vár framtíð er.

FavoriteLoadingGoym tekstin