Kvinnur

Orð & lag: Steintór Rasmussen

Mín genta er sum várið ein sangur í apríl
Ein fuglur sum á løttum veingjum sveimar
Í eygunum er longsul á varrunum eitt smíl
Sum førir hana burt í løgnar heimar
Eg undrist yvir lívið og vakurleikans vár
Og minnist ríkar løtur og míni ungu ár
Mín genta er ein vársangur til lívið

Mín kvinna er tað heita og góða summarkvøld
Sum gav mær hug at elska og at liva
So von og vís frá upphavi og til hetta kvøld
At vakurt er um hana yrkt og skrivað
Í huga mínum kvinna í eygunum ein glóð
Hon kveikir dýrar kenslur eg finni ikki ró
Mín kvinna er eitt summarlag til lívið

Mítt vív er ríka heystið sum sólargul og tám
Sjálv játtanin til lívið og mín grøði
Hon er tann góða árstíðin litføgur og kám
Um hana eg av hjarta mínum kvøði
Ein partur av mær sjálvum sum broytist allatíð
Er frosturin sum bráðnar tann sól sum skínur frí
Mítt vív hon fylgir mær ígjøgnum lívið

Mín móðir var mín byrjan tú væna vetrarsól
Ein morgunglæma upp úr havi stígur
Eg minnist góðar dagar á leik og barnajól
Tín kærleiki er markleysur og fríður
Tú gav mær ríkar vónir og trúgv í mína sál
Tú ert í mínum huga mín sangur og mítt mál
Mín móðir mín randarsól og lívið

FavoriteLoadingGoym tekstin