Kvirra um fjøll og fløtur

Orð og lag: Øssur Berghamar
Viðmerking: Yrktur í 1970.
Norsk týðing

1. Kvirra um fjøll og fløtur,
og náttin døpur, myrk og svørt.
Lýsir av fjallatindi
stjørnan so blonk og bjørt.
Rekur burt nátt og niða
vill dýr um teigar tiga,
stjørnan so spakuliga
seg otar fram í náttini.

Niðurlag: Føddur er konga Kongur
til eina falna verð.
Hoyr hvussu einglasongur
boðini sælu ber.
Ja, hoyr teir syngja um frið á foldum,
tí Frelsarin nú føddur er.

2. Rekur í nátt og niðu
so mong ein friðleys sál í dag
ljósið tó bjart úr erva
skínur við sama lag,
boðar á lívsins vegi
sálunum frið og gleði.
Leita á hesum degi
til Hann sum kom at frelsa teg.

FavoriteLoadingGoym tekstin