Kvirra

Orð: Niclas Johannesen og Petur Háberg Jacobsen
Lag: Petur Háberg Jacobsen

Í køldu kvirruni finni eg frið,
í tí sum er og tíð, sum fór avstað.
Livdi í meldrinum, mól bara við,
men eg veit handan dyr, eg datt um døkkan dag.

Kanska tykist tað so einsligt, men friður býr í mær,
tøgnin talar, hon skilir væl tað,
at ein glæma uttan myrkur, er eitt ljós sum ongin sær.
Eg síggi tað. Sært tú tað, eg havi sæð?

Nørast í náttini longsul og ljóð.
Ein vón um vár, ið hitar hug og heim,
vaks upp í vissuni, kortini tó
okkurt brast, tað var hvast, skar heilt inn á bein

Um tú heldur tað er einsligt, so býr friður nú í mær.
Tøgnin talar, hon skilir væl tað,
at ein glæma uttan myrkur, er eitt ljós sum ongin sær.
Eg síggi tað. Sært tú tað, eg havi sæð?

FavoriteLoadingGoym tekstin