Kvøða til Klaksvíkina

Orð: Brynjálvur Bringubratti

Smidliga inn millum hávaksnu fjøll
smoyggir seg vágin í vænasta yndi,
fríð, tá hon glógvar í silvitni øll,
sterk, tá hon øsist av harðasta vindi.
Vaks her við vágna upp Klaksvíkar bygd,
gjørdist ein býur, men liggur enn trygt
– Kunoyggin breiða, tann brimgarður treysti
veitir enn kyrru og líkindi bestu.

Morgunsins glæma á Borðoyarvík,
roði um Háfjall og glitran í áum,
hásummarstund – ikki aðrari lík,
dagurin mennist í grønum og bláum.
So kemur vetur, og alt verður hvítt,
fjøllini brúðarskrýdd brosa sot blítt,
frøist mítt hjarta, og Guði eg takki
fullmánin skyggir á snjóklæddum Klakki.

Her millum hóttandi ódnir og lop
ættarlið aldust við sveitta um enni,
stríddust og vildu ei missa sítt hop,
settu mót svongdini føtur í spenni.
Havið var álitið, sum tað er enn,
venur upp dreingir til raskastu menn,
søkja teir frama í havdýpsins gripum,
leggja at landi við fullfermdum skipum.

Virksemi eyðkennir Klaksvíkar bý,
hendur og høvd skapa samfelagsvirði,
ongin til fánýtis stríðir sítt stríð,
hvør ber sín partin av býarins byrði.
Flakafólk, lærarar, útróðrarmenn,
læknar og krambúðarfólk, øll í senn
gera, at hjólini lættari mala,
so nýggjar hugsjónir skjótari næla.

Vakurt tað er, tá ein sólbjartan dag
før stevna inn eftir speglblonkum Polli,
unglingar rógva í kappingarlag,
skúmar frá árum og grenjar í tolli.
Norðoyastevna – og eydnurík fjøld
savnast í Vágstúni dýrdmjúka kvøld.
Alføgur blaktran og ljómandi songur
– finna í lógvatak genta og drongur.

Klaksvík, hjá tær varð eg borin á fold,
lærdi hjá tær lívsins undur at fata,
alt til hjá tær eg skal leggjast í mold,
vil eg teg elska, mítt firðarpláss mæta.
Boyggi meg niður og takki tær, Guð,
fyri ta sælu, ið fall mær í lut,
tá ið tú meg inn í alheimin setti,
her, mitt á veraldar vakrasta bletti.

FavoriteLoadingGoym tekstin