Kvøða til nýggja Betesda

Orð: Henny Gerðalíð
Lag: Jógvan við Keldu
Viðmerking: Yrktur í samband við, at brøðrasamkoman Betesda í Klaksvík tók nýggjan samkomubygning í nýtslu á várið 2014.

1. Vit eru flutt í nýggja Betesda,
lat hetta húsið vera øllum til besta!
Signingar tínar ríkliga lat flóta,
handaverks ávøkst lat okkum njóta!
Friður Guds skal í hjørtunum ráða,
um nógvir limir, í Kristusi tó eitt!

2. Hálovað navn títt, konganna Kongur!
Samkoma tín tær prísar, ljóða skal songur,
teg vit upp hevja, drag tú okkum nærri!
Stórur tú ert, vit prísa tær, Harri!
Sitaraljóð og streingir, ið leika,
alt hetta prógvar teg, Harri mín og Gud!

3. Takk fyri alt tað farna og góða,
takk fyri tey, ið hava gøtuna slóðað!
Rættvísi grør sum pálmin har á træi,
plantað í hús Guds á hesum staði!
Morgunin kunnger náði so stóra,
náttin, hon kunnger alt trúfesti títt, Gud!

FavoriteLoadingGoym tekstin