Kvøða til pinkubarnið

Orð og lag: M.C. Restorff

Brosið klæðir tær,
sum tú liggur har,
Einki prát, bert vas,
einfalt barna fjas.
Men eyguni sýna ein slíkan frið,
sum fáur man kennast við,
og tað, eg hoyri, mær sigur meir
enn vælmælt fólkatos.
Eg skoði eitt lívsins undur,
kærleiksfruktin búgvin er.

Vælkomin veri tú nýborna barn,
so fegin vit heilsa tær.

Trygt við móður barm,
einki veldir harm,
mjólkin stimbur ber,
út í vøddar fer.
So mjúkt er at kenna títt ljósa hold,
stórt er at hugsa sær:
Kærleiki bindur saman tvey,
kveikir lívið, sum er í tær.
Av hjarta vit nú frøast
og kvøðu bera fram.

Vælkomin veri tú nýborna barn,
so fegin vit heilsa tær.

Gud, skapari takk,
at tú gavst lív
til eitt gjøgnum okkum tvey.
Gev okkum nú hegni
at ala tað.
Signa børnini, varða tey,
so taka vit saman hendur
og stevna á hægstu mál.
Leið okkum fram, leska vaksin og smá
av keldum, ið renna tær frá.

Varðveit og síggj til hvørt nýborið barn,
av sonnum tað vart er tá.

Vælkomið veri tú nýborna barn,
tolin vit bíðaðu tær.
Vælkomið veri tú nýborna barn,
vit kenna at lívið lær.
Vit kenna, at lívið lær.
Kenna, at lívið lær.

FavoriteLoadingGoym tekstin