Kvøld á Tinganesi

Anker Eli PetersenTerji Rasmussen
Orð: Anker Eli Petersen
Lag: Terji Rasmussen

Stilla kvøldarmyrkrið lokkar ljósini fram
á skipum ið liggja við kai
tey speglast í smáum aldum á vánni
hetta forsummarskvøld í mai
Á Tinganesi siti eg og droymi
meg stillisliga upp um dagsins stríð
og allar mínar trupulleikar gloymi eg
uttanfyri stað og nakra tíð

Ein hvítur plastikposi stendur undir míni lið
fullur av grønum skaldadrykki
og endurljóð stendur úr turrari hellu
tá propparnar av eg rykki
Eg murri eina vísu um tað gleði
sum einans varir eina lítla stund
og hvørvur tá ið líður móti degi
tá jørðin aftur fer at blíva rund

Ein reynafrensur heldur konsert í onkrum skoti
á Bursatanga sita tvey og fríggja
og orðini tey teska hoyrast yvir alla vánna
til ein gomul likka setir seg at skríggja
Rundan um meg er alt gleðisrómur
sjálvt mánin er í sera góðum lag
men nú er posin við at vera tómur
eg reisist tí og vingli so avstað

FavoriteLoadingGoym tekstin