Kvøldarskuggar um foldina fara

Petur Jacob Sigvardsen
Orð: Ókendur
Týtt: Petur Jacob Sigvardsen
Viðmerking: Týddur helst í 1980-árunum.

1. Kvøldarskuggar um foldina fara,
frelsuboðið brátt borið er um verð.
Hoyr nú sangin frá himmalska skara,
sum á heimleið tær spurningin ber:

Niðurlag: :/: Kemur tú? (nú komi eg!)
Kemur tú? (víst komi eg!)
Tá Gud kallar tey trúføstu heim (tá komi eg) :/:

2. Blóðið drýpur úr Frelsarans sárum,
reinsar sál tína hvíta eins og snjó;
og við líðingum, pínslum so svárum
søktist synd tín í náðinnar flóð.

3. Tey á himmalskum strondum nú standa,
sum her strítt hava trúðar góða stríð;
eingin heimur kann longur tey granda,
nú tey frelst eru himlinum í.