Kvøldarsólin setir handan fjallið

Orð: A. G. Lindqvist
Lag: Eg vist ikki má so syrgin vera
Týtt: Kajfinn Hammer

1. Kvøldarsólin setir handan fjallið,
heilsandi farvæl so føgur, blíð;
yvir meg hon purpurroðan breiðir,
ber til landið sælu hvíldartíð!
Stillar aldur fram við fjøru tutla
og sum brandar skyggja eins og gull,
meðan norðlýsið um hválvið logar,
á, hvør signað sjón so undurfull.

2. Fyri dagin, sum nú er at enda,
o, mín Frelsari, eg takki Tær,
at Tú gavst mær hetta fagra landið,
og mín troyst og verja gjørdist mær.
Sum ein faðir eymligt seg miskunnar
yvir síni børn, so hevur Tú
borið meg á fjálgum faðirørmum
og ei troyttur enn ert vorðin nú.

3. Gev mær nú í nátt, o, Guð, at hvíla
undir Tíni faðirligu makt.
Bjóða einglum Tínum hjá mær vera
og við legu mína halda vakt.
Frið eg finni ei í hesum heimi,
bert í Tær finst hvíla til mítt sinn.
Leið meg Frelsari hin smala vegin,
til í Himmalin eg stígi inn.