Kvøldarsólin

Nicolina Jacobsen
Orð: Nicolina Jacobsen
Lag: Willy Schikora

Tá kvøldarsólin yvir Føroyar hyggur,
veit eg, at mítt heim er nær.
Ein lítil smátta út við fjørðin liggur,
har eru øll, íð mær eru kær.

1. Yvir fjøll og sker kvøldarsólin fer,
yvir sund og blankan fjørð.
Ja, móðurlandið er, tað besta her í verð
tað vakrasta á jørð.

Tá kvøldarsólin yvir Føroyar hyggur,
veit eg, at mítt heim er nær.
Ein lítil smátta út við fjørðin liggur,
har eru øll, ið mær eru kær.

2. Og tá so ljósini tey tendra har inni
og sólin spakuliga fer í kav,
tá fer mín hugsan til eitt vakurt minni,
tað vakrasta, ið heimið mær gav.

Tá kvøldarsólin …

FavoriteLoadingGoym tekstin