Kvølfulla stund á Golgata hin morgun

Orð: Petur William Háberg
Lag: Øssur Berghamar

1. Kvølfulla stund á Golgata hin morgun,
blóðigu pannu krúnan neit so fast,
vinirnir flýddu, sálin tyngd av sorgum. –
Hans høvur boygnaði, og hjartað brast.

2. Vónríka stund, tá grøvin brast við megi,
deyðan hin sterka, ljósins sonur vann,
boðaði syndatyngdum sálum gleði
og frið í blóðinum, á krossi rann.

3. Signaða stund, tá ið mítt arma hjarta
útlúgvað legði seg við Jesu bróst.
Ei hóttir longur deyðans myrkur svarta.
Hann fylgir mær – tá er alt trygt og ljóst.

FavoriteLoadingGoym tekstin