Kvørkveggjan og eg

Holgar Jacobsen
Orð: Jóan Jakku Guttesen
Lag: Holgar Jacobsen

Her við morgungluggan
kvørkveggjan og eg
heilsa nyggja degnum
sum nú er á veg
kaffikrúss í karmi
sól á grannatak
líðirnar í grønum
røðirnar á rað

Her er gott at vera
hesa morgunstund
her er gott at vakna
eftir góðan blund
hetta er mín heimur
hetta er mín verð
kvørkveggjan í trænum
svarar jú so er

Bygdin fer á føtur
bygdin fer í gongd
rembir sær og geispar
fer úr síni song
kvørkveggjan í trænum
hoyrist langan veg
jú vit bæði trívast
kvørkveggjan og eg

FavoriteLoadingGoym tekstin