Kyndil vinnur á mál

Heri Nolsøe
Orð og lag: Heri Nolsøe
Viðmerking: Yrktur í 2007.

Ferðast vit við Kyndli um sund og fjøll,
verja ítróttarandan vit øll,
og við dirvi og tolni vit stríðast um vøll,
spenningsrómur fyllist í høll.

Kyndil, vinnur á mál,
kveikir í okkum ítróttarbál,
Kyndil, kósin er løgd,
til avrik og roysnisbrøgd.

Fram á vøllinum renna vit lið um lið,
geva mótstøðuliðnum ei grið,
og tá høllin hon kókar og nógv stendur á,
verður mál – viðhaldsfólk fer upp frá.

Kyndil, vinnur á mál,
kveikir í okkum ítróttarbál,
Kyndil, kósin er løgd,
til avrik og roysnisbrøgd.

Upp um verju við hoppskotum skora mál,
renna aftur við ferð uttan drál,
verja málið við avgjørdum andlitsbrá’,
sveittin vindast kann úr hvørjum tráð.

Kyndil, vinnur á mál,
kveikir í okkum ítróttarbál,
Kyndil, kósin er løgd,
til avrik og roysnisbrøgd.

Og tá sigursløtan í eygsjón er,
felagsskapurin fram okkum ber,
sum eitt fok vit um vøllin á ferð fram á leið,
kyndilsmerkið í húnarhátt steig.

Kyndil, vinnur á mál,
kveikir í okkum ítróttarbál,
Kyndil, kósin er løgd,
til avrik og roysnisbrøgd.

FavoriteLoadingGoym tekstin