Kynsligt flopp

Orð og lag: MC-Hár

Tú stendur har og hyggur eftir mær
skilur ikki sjálvur, hvat er galið við tær
damurnar allar samlar elska meg
men ikki tær tíma at nerta teg
eg kann ikki ganga í frið
men eingin vil ganga við tína lið
mín seks-appil er heilt í topp
tín appil er eitt kynsligt flopp

Tú grætur, heilar nætur
hugsar um hví so er
vakin, nakin, sakin
hatar ta køldu verð

Tú stendur har og hyggur eftir mær
skilur ikki sjálvur hvat er galið við tær
damurnar allar samlar elska meg
men ikki tær tíma at nerta teg
í síðstu viku ditsjaði eg eitt supermodel
tað einasta tú ditsjar er títt egna skrell
mítt seingjartoy tað duftar av seks
títt tað luktar av at spæla keks

Tú grætur, heilar nætur
hugsar um hví so er
vakin, nakin, sakin
hatar ta køldu verð

Tú roynir at skifta deodorant
mína feitastu skjúrtu tú hevur lænt
tú roynir at blíva akkurát sum eg
sum so nógvir hava roynt áðrenn teg
tað hjálpir eitt sindur men ikki nokk
og tú hugsar við tær sjálvum mega-fukk
tú er illur og súrur og spyr meg tí
hey tú scorar so nógvar sig mær hví
(SBN/MC-Hár)

Tað, ið eg havi, sum tú ikki hevur
eg havi hár
mín frisúra er feit
eg havi
ja, superfeit
tað er tí tað er
tað er ein kusimagnet

hárið undir tær kitlar mær
kanst tú gita hvar
nem meg har

ert tú fotomodel

vilt tú síggja mína glansbílætsamling

veist tú hvar eg havi hár

einaferð vóru tað Per, Pól og Sláme

góða kom aftur tá tú ert seytjan

tú minnur ei sørt um Marilyn Monroe

eg kenni Kristian Blak

Samaria skal bøta fyri, at tað hevur sett seg upp ímóti Gudi sínum; fyri svørði skulu tey falla; smábørn teirra skulu verða sorað sundur, og kvinnurnar sum eru við barn, skulu verða kruvdar. (Hóseas 14.1 Victor Danielsens týðing)

framvegis uttan vit renna kappróður er keðiligur og fótbólt hatið eg elski teg sjálvan sum sjálvan teg

hárið undir Snar kitlar mær
kanst tú gita hvar
nem meg har

visuelt trikot
trýdimensionelt lot

(SBN, TjÈ/TjÈ)

FavoriteLoadingGoym tekstin