Kyss ein eingil hvønn morgun

Orð og lag: Ben Peters
Týtt: Martin Joensen
Upprunaheiti: Kiss an Angel Good Mornin’

Vinirnir teir spyrja meg, hví so eydnuríkur eri eg.
Teir undrast yvir stóra loyndarmál mítt, hvat tá?
Hví smílist eg, so spyrja teir, og allir vilja vita meir,
– hvørja ferð so fáa teir júst hesi somu ráð:

Gloym ikki: Kyss ein eingil hvønn morgun,
og sig so henni, at hon er tann besta í verð!
Kyss ein eingil hvønn morgun!
So skalt tú kenna kærleik, sum av øllum ber!

Nú kenna tit mítt loyndarmál, sum leskar mína tystu sál,
so minst til hesi hjartaráð á tínum lívsins veg:
Um kærleikan tit pleyga væl, so gerast tykkar´ hjørtu sæl,
so, gamli, minst tú bara til at gera júst sum eg!

Gloym ikki: Kyss ein eingil hvønn morgun,
og sig so henni, at hon er tann besta í verð!
Kyss ein eingil hvønn morgun!
So skalt tú kenna kærleik, sum av øllum ber!

FavoriteLoadingGoym tekstin