So lækkar lívið her í tíðarhavið

Petur Jacob Sigvardsen
Orð: Petur Jacob Sigvardsen
Lag: Eftir lovsongi (f. trúb.)/Klug 1533
Viðmerking: Yrktur 3. oktober 2007.

So lækkar lívið her í tíðarhavið,
skjótt stundin er, tá eg í deyðakavið
um sýn skal fara her á síðsta sinni.
Mín sál hon krympar seg,
tí einsamallur eg
ei vegin finni.

Tað er so svárt frá sínum burt at fara
og skiljast úr tí stóra vinaskara,
tá bond øll bresta, hond ei meir kann halda,
tí stund brátt komin er,
til mína burturferð
í deyðan kalda.

Um deyðans dimma dal ei leið eg síggi,
tí hirði góði her til tín eg flýggi,
ver tú mær vernd og skjól, mín Harri kæri,
leið meg við tína lið,
so finnur sál mín frið,
eg tryggur fari.

Tín stavur og tín keppur væl meg verja,
tá Sátan vil við listum á meg herja.
Takk, Jesus, tú á deyða hevur vunnið,
tí ei eg óttast skal
um deyðans dimma dal,
tá skeið er runnið.

Lat meg tí líta trygt á tína náði,
at eg eitt pláss í húsi tínum fái.
Gud gevi, eg øll míni tá skal síggja,
sum her eg skiltist frá,
men at vit møtast tá
í staðnum nýggja.

FavoriteLoadingGoym tekstin