Lær meg at kenna leiðir tínar

Orð: Jakob Peter Mynster Paulli
Lag 1: Ókendur
Lag 2: Sigurd Lunde
Týtt: Edmund í Garði
Upprunaheiti: Lær mig at kende dine veje

1. Lær meg at kenna leiðir tínar,
við treysti fúsur ferðast tær;
eg veit, at allar ognir mínar
er borgað góðs, tú lænti mær.
Men vil tín sterka hond meg leiða,
eg altíð málið grant kann sjá
og nýggja himlavón man eiga,
so hvørt ein vón her fellur frá.

2. Lær meg at kenna tínar tankar,
teir venjast til at hugsa her;
um hjarta mítt í angist bankar,
so treyst tú mær í barmin ber.
Tá eg kann ongan útveg skoða,
sig mær so útveg tín, áh, Gud!
Tá kann eg síggja morgunroða
her gylla sút og sorgarlut.

3. Men lær meg fram um alt at kenna
tín kærleika, sum mark ei ber;
hann stjørnufjøld fær bjart at brenna,
tá eydnusól til viðar fer.
Tað tár, hann elvdi, burt hann kysti,
tað sár, hann slerdi, grøðir hann,
hans leið ber gjøgnum tað, vit mistu,
so sálin himladýrd har fann.

FavoriteLoadingGoym tekstin