Lær meg av hjarta at biðja

Orð: Britt Gerda Hallquist
Lag 1: Sven-Eric Johanson
Lag 2: Carl-Bertil Agnestig
Týtt úr svenskum: Ismar Joensen
Upprunaheiti: Lär mig att bedja av hjärtat

1. Lær meg av hjarta at biðja,
ikki í kvøld bert – men nú!
Hjálp mær at gera tín vilja,
ikki í morgin – men nú!

2. Hjálp mær at elska mín næsta,
ikki langt frá mær – men her!
Nú, ið hann biður meg hjálpa,
nú, hann til ónáðir er.

3. Hjálp mær at trúgva tær, Faðir,
ei bert í Himli – men her,
í hesi ráðvillu verøld.
Tá prís mítt hjarta tær ber!

FavoriteLoadingGoym tekstin