Lær meg at biðja, Guð, lær Tú meg bøn

Orð: Ray Mascher
Týtt: Kajfinn Hammer

1. Lær meg at biðja, Guð, lær Tú meg bøn;
gev Tú mær barnsins trúgv, lær Tú meg bøn.
Gev, sálir søkja Teg,
so tær umvenda seg,
gangandi Lívsins veg.
Lær Tú meg bøn!

2. Lær meg at biðja, Guð, lær Tú meg bøn;
neyð fyri øðrum legg í mína bøn.
Lær meg at kvøldi seint
bera tey ein og ein
til Tín, sum ger tey rein.
Lær Tú meg bøn!

3. Lær meg at biðja, Guð, lær Tú meg bøn,
meðan enn tíð tað er, lær Tú meg bøn.
Gev gjøgnum Andan mær
vísdóm og kraft frá Tær,
so eg Tær livi nær;
lær Tú meg bøn!

4. Lær meg at biðja, Guð, lær Tú meg bøn.
Harri, Tú kemur skjótt, lær Tú meg bøn.
Lær eftir henda dag
meg fyri Tær á knæ
biðja, sum Jesus bað!
Lær Tú meg bøn!