Lær meg, o Jesus, teg at kenna

Orð: Petur Jacob Sigvardsen
Viðmerking: Yrktur 21. september 2008.

1. Lær meg, o Jesus, teg at kenna
sum frelsara og hjálparmann,
og meir og meir, sum dagar renna,
tann einasta mær bjarga kann.
Og tá ið heimur harðast slær,
ver tú tá skjól og skjøldur mær.

2. Lær meg, o Jesus, bert at biðja
um tað, ið gagnar trúnni best.
Lat lív mítt móti himni miða,
– til tess, o Gud, mær gevi treyst.
Ver tú tað ljós, ið sløknar ei,
tá myrkrið fjalir lívsins leið.

3. Lær meg, o Jesus, her at vaka,
so at eg búgvin vera skal
ta stund, tá tú vilt heim meg taka
og leiða gjøgnum deyðans dal.
Tú, Lambið Guds, ið dripið var,
lat meg tá vera eitt í tær!

FavoriteLoadingGoym tekstin