Lær meg, tú fagra viðarlund

Orð: A. Oehlenschlager
Týtt: Jóan Chr. Poulsen

1. Lær meg, tú fagra viðarlund,
at følna blítt á heystarstund
við várvón eftir vetur,
har træ mítt aftur festir rót
og øðrum leiftrar blítt ímót,
har summarsól ei setur.

2. Lær, flytifuglur, meg við trá
og longsli leggja landi frá
til fremmant land og stranda,
tá alt er glerstoytt her við ís,
tá skal eitt ævigt paradís
í himli opið standa.

3. Lær, summarfuglur, meg sum tú
at sundurspreingja tronga bú,
sum her meg inni treingir;
ein ormur akist eg í mold,
brátt lættfloygt lyfta meg av fold
teir gyltu purpurveingir.

4. Tú, sum frá skýnum blídligt sær,
tú Harri Jesus, móti mær,
hjálp mær í neyð og sorgum;
tú stríddist hart á Golgata
hin beiska langafríggjadag,
vann sigur páskamorgun.

FavoriteLoadingGoym tekstin