Læt Jesus blóð sítt fyri meg

Isaac WattsVictor Danielsen
Orð: Isaac Watts
Týtt: Victor Danielsen

1. Læt Jesus blóð sítt fyri meg,
tá trænum hann hekk á?
Tá hann gekk krossins tunga veg,
fekk heilsubót eg tá?

Niðurlag:
Áh, ja, fyri meg,
áh, ja, fyri teg,
ja, fyri okkum doyði hann
og okkum lívið vann!

2. Áh, er tað satt, at tað var eg,
sum har krossfestur varð?
Hvør má eg tá ei elska teg,
sum syndir mínar bar!

3. Ja, sólin myrknaði hin dag,
tá har títt hjarta brast,
tá tú vart á tí dómsins stað
á krossin negldur fast.

4. Um eg mítt andlit vildi fjalt
og grátið dag og nátt,
ei frelsu veitti tað mær alt;
men tú alt gjørdi gott.

FavoriteLoadingGoym tekstin