Lagatyssi

Ørindi 1 – Orð og lag: Líggjas á Váli
Ørindi 2 – Orð: Osvald J. Smith Lag: John W. Peterson Týtt: Líggjas á Váli
Ørindi 3 & 4 – Orð og lag: Stuart Hamblen Týtt: Líggjas á Váli
Ørindi 5 – Orð: Virgil P. Brock Lag: Blanche K. Brock Týtt: Líggjas á Váli
Ørindi 6 & 7 – Orð: Arthur Tappan Pierson Lag: Philip Paul Bliss Týtt: Líggjas á Váli

Vinur, sum enn gongur syndanna veg, kennir ei
hvíld ella ró, lurta og hoyr, hvat er gjørt fyri teg,
hoyr hesi tíðindi góð: Jesus elskar teg, Jesus
elskar teg, tók tína syndaskuld alla á seg. Jesus
elskar teg!

Eg gevi tær meg sjálvan, Gud, tín vilji mín nú er
tín halgi andi í mær býr, hann gleði til mín ber.
Á, Jesus, Harri, meg og mítt eg beri alt til tín,
í allar ævir verður tú mín Harri, Kongur mín.
So er tað ikki longur eg, men Kristus eina tú,
sum eigur meg og hevur fest í mínum hjarta bú.

Mær kærur sunnudagsskúlin er, og syngja
dámar mær. Men eitt meg tyngir, og tað er øll
tey, eg sakni har. Eg vóni, Harrin nýtir meg, tað
er mítt mál og mið. Eg veit ein song, sum
dregur tey, lurta, og lær hann við.

Far út á gøtur, nýt allar løtur, við kærleika tú tey
vinn. Sig hurðin opin stendur, fá tey at koma
inn. Eymliga tosa, syng so og brosa, vís teimum
kærleikan. Men halt bert so trúliga á, lat Harran dýrdina fá.

Eg fortaptur var, men Jesus frelsti meg, ja, mín
Frelsari dýri er hann, og úr ivans bondum Jesus
loysti meg. Ja, mín Frelsari dýri er hann!
Ja, ja, mín Frelsari dýri er hann, ja, mín Frelsari
dýri er hann! Eg fortaptur lá, men Jesus reisti
meg, ja, mín Frelsari dýri er hann!

Ein skari við hørpum, óteljandi mong,
tey í nærveru Guds syngja har nýggjan song.
Eina honum, sum elskaði okkum, ja hann
eigur dýrdina alla um ævir, amen.

Hvør vónleys vár syndara støða, hon var,
um Jesus ei doyði og synd vára bar.
Eina honum, sum elskaði okkum, ja hann
eigur dýrdina alla um ævir, amen.

FavoriteLoadingGoym tekstin