Lagdur í grøv varð hann

Orð og lag: Robert Lowry
Týtt: Victor Danielsen

1. Lagdur í grøv varð hann,
Jesus, mín Harri,
grøvin ei binda kann
Jesus, Guds Son.

Niðurlag: Hann upp úr grøvini stóð,
allar sínar fíggindar hann sló
sum ein sigurharri yvir Satans makt,
grøv og Helviti er honum undir lagt;
hann upp stóð, hann upp stóð!
Halleluja, hann upp stóð!

2. Innsiglað grøvin er,
Jesus, mín Harri!
Vaktin ei bindur her
Jesus, Guds Son.

3. Sigraður deyðin varð,
Jesus, mín Harri!
Einki kann binda har
Jesus, Guds Son.

FavoriteLoadingGoym tekstin