Lagið enda fær

Týtt: Árni Øregaard

Lagið enda fær,
alt er vorðið kvirt.
Eg tær komi nær.
Geva vil tær bert
nakað, sum er vert,
tínum hjarta kært.

Tær beri meir enn ein sang,
tí bert sangin í sær
tú ikki ynskir av mær.
Nógv djypri søkir tú inn,
hvussu enn alt sær út,
hyggur í hjarta og sinn.

Eg beri aftur míns hjartans lovsong,
og hann er bert um teg,
er bert um teg, Jesus.
Eg angri, at eg ei sang av hjarta,
tí hann er jú um teg,
er bert um teg, Jesus.

Endaleys tín tign,
eingin kundi mett
høga virði títt.
Veikur eri eg,
alt mítt lív er títt,
hvørt eitt hjartaslag.

FavoriteLoadingGoym tekstin